Toftalegan 2026
Íbúgvarnir á Nesi, Toftum og Saltnesi sleppa nú aftur á bygdalegu í Nesvík. Legan er ætlað øllum, frá tí yngsta til tann elsta, fyri einstaklingar og familjur. Í Nesvík eru góðir møguleikar at hava legu. Stórt og gott pláss er bæði úti og inni. Sovið verður í 8-mans kømurum við egnum wc og brúsum, og til ber eisini at sova í sovisali saman við øðrum. Møguleiki er eisini at sova í størri uppihaldsrúmum ella sovisalum. Harumframt ber til at leiga 12 nýggj, nútímans familjukømur. Av teimum eru tvey til rørslutarnað.
Umframt vanliga gjaldið, er ein eykakostnaður á 600 kr. fyri Familjukømurini. Hetta er tó ikki galdandi fyri rørslutarnaði.
ALDURSMARK
Eingin er ov ungur og eingin er ov gamal at koma á hesa leguna. Einasta mark fyri luttøku er, at børn til og við 7. flokk skulu koma á legu saman við vaksnum.
INNIHALDIÐ Á LEGUNI
Ætlanin við leguni er, at fólk í øllum aldri kunnu vera saman eitt vikuskifti í kristnum felagsskapi, har rúm verður fyri bæði hugnaligari eins væl og uppbyggjandi samveru.
AT HAVA VIÐ
Seingjaklæði, skógvar við ljósum botni (at brúka inni), stokkar, bøkur og alt vanligt til eitt vikuskifti, umframt gott lag og eitt ella fleiri smíl.
KOSTNAÐUR
Alla leguna:
Vaksin: kr. 650,-
Børn 0 – 6 ár: kr. 0,-
Børn 7 – 14 ár: kr. 350,-
Leygardag:
Vaksin: kr. 450,-
Børn 0 – 6 ár: kr. 0,-
Børn 7 – 14 ár: kr. 200,-
Familjukamar í nýggju lon: kr. 600,-. Tann prísurin kemur afturat, sjálvt um tú kemur upp um max. upphædd.
Tó í mesta lagi kr. 2.000,- pr. familju
Hevur tú hug at luttaka, men mást setast aftur av fíggjarligum ávum, eru møguleikar fyri avsláttri. Tosa við Kaj Eli Hansen, tlf. 504980.
GISTING V.M.
Gisting er avmarkað til umleið 160.
Madrassur, dýnur og koddar kunnu leigast frá Leguhúsinum, tó í avmarkaði nøgd. Prísurin verður lagdur afturat legugjaldið.
GJALD AV LEGUGJALDI
Vinarliga gjaldið legugjaldið á konto 9181-123.957.2 og viðmerk ordranummarið ið er víst á tíni tilmelding.
TEKNING TIL LEGUNA
Tilmeldingin fer fram á tabor.fo/toftalegan har man í einum formulari, skrivar sítt for-og eftirnavn, aldur og kyn. Tað er bara møguligt at tekna 8 persónar til hvørja tilmelding.
Í tilmeldingini kann man sjálvur velja kaman t.d. 302. Tí er tað best fyri tykkum, ið ynskja at deila kamar, at tilmelda tykkum saman í einari tilmelding. Um so er, at tit blíva fleiri enn mest loyvda, so kunnu tit skriva tey smæstu/yngstu børnini inn í somu linju.
Um tú hevur brúk fyri hjálp við tilmeldingini, ert tú vælkomin at ringja til Hans Jákup Elkjær, tel 212415
TEKNINGARFREIST
Seinasta freist at tekna seg til leguna er leygarkvøldið 31. oktober 2026 kl. 23.00
Tilmelding Tilmelding til bíðilista
Tilmeldingin letur upp 23.10.2026 kl. 18:00.
Bíðilisti
Tit eru nú skrivað á bíðilistan.
Ein váttan er send til tín teldupost.
Bíðilistanummar:
Vit seta okkum í samband við tykkum, um eitt pláss verður leyst. Tit skulu ikki gjalda nakað enn.
Takk fyri tilmeldingina!
Ein váttan er send til tín teldupost.
Ordranummar:
GJALD AV LEGUGJALDI
Gjald við korti nú Dankort, Visa og Mastercard · trygt gjald við QuickPay
Tilmeldingarseðilin hevur eina QR-kotu, sum tit vísa, tá ið tit koma. Tú kanst eisini opna innritanarseðilin á telefonini – leinkið er eisini í váttanini.
